Vinnukaving

Vinnukaving
Ynskir tú at víðka tínar møguleikar innan kavingina ert tú komin á rætta stað. Føroyski kavaraskúlin skipar nevniliga fyri vinnukavaraskeiðnum. Vinnuskeið okkara eru góðkend av føroysku mynduleikunum og viðurkend av grannalondum okkara. Tað eru trí útbúgvingarstig innan vinnukaving. Fyrsta er grundskeiðið, næsta er slangukavaraskeiðið til 30 metrar og síðani slangukavaraskeiðið til 50 metra dýpið.
Fyri at fáa sum mest burturúr undirvísingartíðini og fyri at minkað um tíðuna, ið næmingar mugu vera burturfrá arbeiðið sínum, verður undirvísingin í ástøði skipa online. Hetta hevur við sær, at næmingar ikki noyðast at ferðast óneyðugt og gevur eisini teimum ið arbeiða úti í heima møguleika, at fylgja undirvísingini..
Ynskir tú at vita meir um vinnuskeið okkara ert tú meir enn vælkomin at senda okkum ein teldupost á faroedive@faroedive.com
Vinnukavaraskeið

SCUBA Vinnukavari 30 m
Grundskeiðið í vinnukaving gevur tær møguleika, at arbeiða niður á 30 metra dýpi, sum lættur kavari (SCUBA). At tú ert ein lættur kavari merkir, at tú hevur andingarluftina við tær í einari fløsku á rygginum. Ein lættur kavari hevur møguleika, at arbeiða við hondamboðum niðri á botni.

Slangukaving 30 m
Inshore
Grundskeiðið í slangukaving (inshore) gevur tær møguleika, at arbeiða niður á 30 metrar. Sum slangukavari, hevur tú møguleika at víðka um tínar arbeiðsmøguleikar. Vinnubrævið gevur tær loyvið t.d. at brúka amboð, ið fáa orku av vatnskorpuni t.d. el-, hydralik- og luftamboð.

Slangukaving 50 m
Offshore
Víðkaða slangukavaraskeiðið gevur tær møguleika at arbeiða, í frálandavinnu, niður á 50 metra dýpi. Prógvið víðkar munandi, um tínar vinnumøguleikar. Tú fært loyvið at arbeiða við alskyns amboðum, ið fáa orku av vatnskorpuni. Harumframt fært tú møguleika m.a. at kava frá opnari kavaraklokku