Um okkum

Faroe Dive Sp/f

Faroe Dive var stovna á heysti í 2002. Endamálið við felagnum er, veita áhugaðum møguleika at uppliva ovurvøkru náttúru okkara í sjónum.

Hetta gera vit við at bjóða kundum okkara eitt breitt úrval av tiltøkum og skeiðum. Frítíðarkavaraskeið okkara fevna líka frá einum grundskeiði til útbúgving sum kavaraleiðari. Á tí vinnuligu síðuni veita vit eisini fleiri ymiskar útbúgvingar. Líka frá einum grundskeiði í vinnukaving og til eina útbúgving innan frálanda kaving. Á henda hátt hevur Faroe Dive Sp/f nakað at bjóða flest øllum, ið hava áhuga at gerast kavarar.

Umframt skeiðsvirksemi skipar Faroe Dive Sp/f eisini fyri túrum, fyri kavarum, um oyggjar okkara.

Høvðusskrivstova okkara er í Klaksvík. Tað er eisini í norðurøkinum, at meginparturin av virksemi okkara er. Hóast hetta so skipa vit eisini fyri tiltøkum aðrastaðir í landinum.. 

 

Kaving í Norður Atlantshavið

Kavingin í Norður Atlantshavið er framúr. Føroyar liggja á einum ryggi, ið gongur frá Hetlandi og líka norður til Íslands. Hetta hevur við sær, at vit hava eitt lívfrøðiligt margfeldi, í sjónum ið er heilt serligt.  

 

Lívið í sjónum, um ovurvøkru oyggjar okkara er í heimsflokki. Hetta gevur gestum okkara ein heilt serligan møguleika, at uppliva heimin í sjónum. Orsøkin til nógva lívi í sjónum er at, við oyggjar okkkara møtast tveir havstreymar. Heitur sjógvur rekur norður ímóti oyggjunum sunnani frá og kaldur sjógvur kemur norðanifrá og suður ímóti oyggjunum. Hesir báðir havstreymarnir møtast við oyggjarnar og skapa eitt serligt umhvørvið fyri lívið í sjónum.

 

Endamál okkara

Endamál okkara er at útbúgva kavarar, skipa fyri útferðum og veita kundum okkara bæði royndum og óroyndum bestu tænastu innan kaving.