Vælkomin til

Faroedive

Norðasti vinnukavaraskúlin í heiminum

Tænastur

Á kavaraskúlanum bjóða vit kundum okkara eina røð av skeiðum innan frítíðarkaving. Faroe Dive Sp/f hevur góðkenning sum PADI Dive Center og eru longu 20 ár síðandi vit byrjaðu virksemið okkara. Um tú ynskir at byrja títt ævintýr í sjónum saman við okkum, skalt tú trýsta á knøttin niðanfyri.. 

Vinnukaving

Hevur tú eitt ynski um at kaving skal gerast yrki títt, so bjóða vit eisini skeið innan vinnukaving. Føroyski vinnukavaraskúlin bjóðar næmingum skeið innan vinnukaving á fleiri stigum. Fyrsta stig er grundskeið, næsta er slangukavaraskeið niður til 30m og triðja er frálandakaving niður til 50 metra dýpið. 

Útgerð

 

Í handli okkara hava vit nógva kavaraútgerð á lagri. Vit umboða fleiri av kendu framleiðarunum av kavaraútgerð og selja draktir, regulatorar, handskar, maskir o.s.fr. Eisini hava vit góðkendan verkstað har vit viðlíkahalda og sýna kavaraútgerð.

 

Túrar

 

Síðani vit byrjaðu virksemið okkara fyri 20 árum síðani hava vit, á hvørjum ári regluliga skipa fyri túrum, fyri kavarum. Hevur tú áhuga í at kava saman við okkum í Norður Atlantshavið ert tú meir enn vælkomin við.  Trýst á leinkjuna niðanfyri fyri nærri kunning

Frítíðarkaving

Sjógvurin um oyggjar okkara hevur okkurt at bjóða bæði royndum og óroyndum frítíðarkavarunum. Støðini har kava verður eru sera ymisk. Onkrastaðir eru smáar vakrar víkir og aðrastaðir er bládýpið og opið hav. Um tú ynskir at kava og hevur brúk fyri at leiga útgerð ella ein kavaraleiðara, so fáa vit hjálpt tær. Trýst á leinkjuna niðanfyri at byrja títt kavaraævintýr í sjónum, saman við okkum. 

 

PSX_20190625_210502

Vinnukaving

 

Ynskir tú at kavingin skal gerast tín yrkisleið, so kunnu vit hjálpa tær. Á Vinnukavaraskúlanum bjóða vit næmingum bæði grundleiggjandi og víðkaðar útbúgvingar.

Útbúgvingarnar er skipaðar í trí útbúgvingarstig. Stigini er hesi; 1) SCUBA (30m), 2) Slangukaving (30m) og 3) frálandakaving (50m) .

Fyri at fáa sum mest burturúr tíðini, ið næmingar og starvsfólk brúka, í samband við undirvísing, hava vit brúkt teldutøkni í undirvísing okkara.. Hetta hevur við sær at næmingar kunnu fylgja okkara undirvísing, í ástøði, heimanifrá ella um næmingar eru burturstaddir í arbeiðsørindum. 

Allar vinnukavaraútbúgvingarnar ið føroyski kavaraskúlin bjóðar, eru góðkendar av mynduleikunum.

Viðlíkahald og sýn

Bæði hjá frítíðar- og vinnukavarum hevur tað avgerðandi týdning fyri trygdina, at útgerðin er í góðum standi. Á verkstaðnum á kavaraskúlanum hava vit møguleika og góðkenning at viðlíkahalda og sýna fleiri av kendu merkjunum, ið verða mest brúkt. Hevur spurningar ella umbøn um viðlíkahald kanst tú trýsta á knøttin niðanfyri..  

um okkum

Faroe Dive

Endamálið við Faroe Dive er at veita kundum okkara møguleikar, at vitja heimin í sjónum um ovurvøkru oyggjar okkara.

Hetta gera vit millum annað, við at bjóða kundum okkara fleiri ymisk skeið innan frítíðarkaving. Skeiðini er sera ymisk. Fólk ið ikki hava prógv sum kavarar kunnu royna royndarkav og síðandi um kavarar hava hug at arbeiða sum ferðaleiðarar í sjónum og t.d. kava við ferðafólki, so kunnu tey útbúgva seg sum kavaraleiðarar (Divemaster). Á hendan hátt hava vit á Faroe Dive okkurt at bjóða øllum, ið hava áhuga at kava her í Norður Atlantshavinum.  

Faroe Dive skipar eisini fyri útferðum bæði við snorklarum og kavarum um oyggjarnar. 

Umframt frítíðarkavara útbúgvingarnar og útferðirnar, hevur kavaraskúlin seinastu 10 árini eisini útbúgvi vinnukavarar.  

Høvðusskrivstovan hjá Faroe Dive Sp/f er í Klaksvík. Tað er eisini her flestu av okkara skeiðum verða avgreidd. Men virksemið hjá kavaraskúlanum er um mestsum alt landi.. Hevur tú áhuga í at útbúgva teg, sum kavarar ella ynskir at fáa meir at vita hvussu ein ber seg at at gerast kavari, so ert tú meir enn vælkomin at seta teg í samband við okkum. Trýst á knøttin niðanfyri fyri at fáa samband við okkum.