Grundskeið í vinnukaving 30m

Grundskeið í vinnukaving 30m

Tilmelda teg her

Grundskeið í vinnukaving 30

Treytir fyri luttøku

  • 18 ár
  • Klára at svimja 200m og at halda sær flótandi í 15 min.
  • Hava vanligar førleikar at lesa og rokna
  • Skal hava heilsuváttan frá lækna, í samband við kavingina.
Fyri at lætta um undirvísingina á grundskeiðnum í vinnukaving, skipa vit undirvísingina í ástøði umvegis okkara online skúlastovu. Hetta hevur við sær at næmingar okkara sleppa undan at ferðast til og frá kavaraskúlanum til hesa undirvísingina. Eisini minkar hendan skipanin um tíðina, ið starvsfólk mugu vera burtur frá arbeiði sínum. 

Skeiðskostnaður : 38.987 DKR. 

Set teg endiliga í samband við skrivstovu okkara um tú hevur spurningar um grundskeiðið í vinnukaving. faroedive@faroedive.fo – tlf. +298 21 89 29

Tá tú hevur staðið grunskeiðið í vinnukaving hevur tú møguleika, at arbeiða sum vinnukavari. Grunskeiðið er eitt byrjunarskeið. Við prógvinum sleppur tú at arbeiða við hondamboðum niður á 30 metra dýpið við vanligari luft, sum andingarevni. Flestu av næmingum okkara, ið hava tikið hetta skeiðið byrja yrkisleið sína, innan alivinnuna.